Power BI skeið – 4 vikur – 4 dagar

Power BI er eitt nú serliga væl umtókt av starvsfólkum, ið eru von við og javnan brúka Excel. Power BI ger tað enn lættari at knýta samband við amboðini hjá teimum meira teknisku starvsfólkunum (databasur og aðrar KT-skipanir), starvsfólk innan bókhald og fígging (virkar væl saman við Excel og ymiskum bókhaldsskipanum) og nógv, nógv afturat.

Við at nýta Power BI kunnu øll á stovninum/fyrirtøkuni fáa atgongd til tær ymsu skipanirnar og byrja at arbeiða enn betri saman.

Power BI skeiðið er nú blívið til eitt 4 viku program, har eg komi út til deildir í fyritøkum 1 ferð um vikuna og havi eitt tema við hvørja ferð víðvíkjandi dátum, sum passar til deildina. Tað kunnu vera upp til 5 fólk við og tað kostar 40.000kr + MVG fyri allar vikurnar.

 

Hvat er Power Bi

Power BI er meira enn bert eitt einkult forrit – tað hevur nógvar eyka funktiónur og útvíðkanir. Vit byrja við einum skjótum yvirliti av øllum Power BI systeminum og greiða frá teimum ymsu lutunum í Power BI, umframt hvussu hesi hanga saman. Síðani hyggja vit serliga at grensuflatuni Power BI Desktop og teimum mest týðandi lutunum av hesum. Í høvuðsheitum fara vit at gjøgnumganga:

Desktop og teimum mest týðandi lutunum av hesum.

At lesa dátur inn

Vit vísa hvussu tú lesur dátur inn í Power BI og hvussu tú umskipar dáturnar, tá tær eru lisnar inn. Vit lesa dátur inn úr eitt nú Excel og CSV fílum, rætta og broyta dáturnar og vísa hvat ein kann gera tá dátur mangla. Harafturat geva vit ymisk góð ráð í hesum sambandi. Tað, sum vit gjøgnumganga, er í høvuðsheitum:

§    Hvussu fær man fatur á dátunum?

§    (Power) Query editor – Arbeiðshesturin tá tað kemur til dátur

§    Data types – Hvørji sløg av dátur finnast?

§    Data transformations – Hvussu kunnu dáturnar umskipast?

 

 

 

 

Dátumyndil

Vit greiða frá hvat ein dátumyndil er og hvussu ein kann byggjast.

§    Model – Hvat er ein dátumyndil?

§    Table relationships – her binda vit ymiskar talvur saman í ein myndil.

§    Groups, slicers – Bólkaðar dátur og hvussu ein kann nýta “slicers” til at kanna hesi nærri

§    Calendar/Dates – Ymiskt ein skal hugsa um tá tað snýr seg um dagfestingar.

§    Drill down/up – Hugtakið at “bora” niður í dáturnar

§    Formatting values – Hvussu ein kann formattera eitt nú pengar/kr. ella procent.

 

 

 

 

Útrokningar (DAX)

Vit vísa hvussu tú kanst gera útrokningar við at nýta formlar, ið líkjast teimum í Excel.

Vit gjøgnumganga nøkur typisk dømi, ymisk sløg av útrokningum og vísa hvørjar útrokningar eru best at nýta í ymsum førum. Hugtøkini vit gjøgnumganga her eru m.a.:

§    Calculation types – Hvat kunnu vit rokna sum dømi?

§    Calculated columns – Útrokningar sum ein teigur i einari talvu

§    Measures – Útrokningar sum ein máting

§    Quick measures – skjótar útrokningar sum eru nemmar at gera og bert krevja mús.

 

 

 

 

Rapportir og visualiseringar

Her hyggja vit eftir hvussu ein kann gera eina rapport. Vit vísa ymisk sløg av grafum, KPI’um, kort, osfr. Her læra vit at presentera okkara dátur á ein penan máta gjøgnum rapportir. Í høvuðsheitum hyggja vit eftir:

§    Reports

§    Visualizations/Formatting

§    Filters/slicers

§    Themes/colors

§    Titles/pictures

§    Bookmarks

 

 

Power BI skeiðið er nú blívið til eitt 4 viku program, har eg komi út til deildir í fyritøkum 1 ferð um vikuna og havi eitt tema við hvørja ferð víðvíkjandi dátum, sum passar til deildina. Tað kunnu vera upp til 5 fólk við og tað kostar 40.000kr + MVG fyri allar vikurnar. 

Tað er betra at vita en at gita